Ormurin Langi by Týr

Ormurin Langi Lyrics

edit | print 
[1.]
Viljið tær hoyra kvæði mítt,
vilja tær orðum trúgva,
um hann Ólav Trygvason,
hagar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[3.]
Knørrur var gjørdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:
sjútti alin og fýra til,
var kjølurin millum stevna.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[8.]
Har kom maður á bergið oman
við sterkum boga í hendi:
"Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi."

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[10.]
"Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna."

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[11.]
"Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara."

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[12.]
Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr neysti.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[71.]
Einar spenti triðja sinni,
æt1ar jall at raka,
tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tók at braka.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[72.]
Allir hoyrdu streingin springa,
kongurin seg undrar:
"Hvat er tað á mínum skipi,
so ógvuliga dundrar ?"

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[73.]
Svaraði Einar Tambarskelvir
kastar boga sín
"Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurin, harri mín !"

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

[30.]
Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvøði ei longur á sinni;
nú skal eg taka upp annan tátt;
dreingir leggi í minni !

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
Love this song? Put this box on your blog!
Lyrics

Ormurin Langi Lyrics

[1.]
Viljið tær hoyra kvæði mítt,
vilja tær orðum trúgva,
um hann Ólav Trygvason,
hagar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
full lyrics

more lyrics

Paste this code into your blog:
This is where you edit and then post corrections:
Artist:
Title:
Songwriter:
Your name (just to give you credit, optional):
Email (to let you know, when it's posted):
Enter the code exactly as it appears:
   
1. Click to add a song to your playlist.

2. Search and add more songs.

3. Save the playlist and share it anywhere.

PlayAdd
Týr - Ormurin Langi
PlayAdd
Ormurin Langi - Týr
PlayAdd
Ormurin Langi - TÝR. With lyrics!
PlayAdd
TYR - Ormurin Langi - Black Metal / Progressive Viking / Folk Metal
PlayAdd
Týr - Ormurin Langi (Music Video)
PlayAdd
TYR - Hail to the Hammer - Black Metal / Progressive Viking / Folk Metal
PlayAdd
TYR - Regin Smiður - Black Metal / Progressive Viking / Folk Metal
PlayAdd
Tyr - Ormurin Langi